Broytingar í rásum 1. mai henda sjálvvirkandi hjá flestu kundum.
01.05.2010
Kunning:
DR Ramasjang liggur har Cartoon Network lá. 3 PULS liggur har Visjon Norge lá. Visjon Norge hevur fingið nýtt pláss. Hjá flestu kundum verða nøvnini broytt sjálvvirkandi, har boð um broytingarnar koma fram á skíggjan og kundin trýstir á OK.
Hjá hinum kundunum er neyðugt at lesa rásirnar inn av nýggjum fyri at fáa rásanøvnini broytt og at fáa Visjon Norge inn aftur.
Televarpið hevur opið gerandisdagar millum kl. 9.00 og 16.00 og kann vegleiða við at lesa rásirnar inn av nýggjum, um tørvur er á tí.
Tak pulsin við Televarpinum - nýggjar rásir og nýggir prísir frá 1. mai 2010
25.03.2010
3 PULS verður nýggja rásin í Televarpinum og harumframt ber eisini til at taka pulsin á Rás 1, har tíðindi verða at síggja.
Frá 1. mai fer Televarpið at bjóða 3 PULS frá Viasat. 3 PULS verður at fáa í Reyða pakknum og Ælaboganum og har verður vælumtókt tilfar at síggja eitt nú Formel 1, Europa League, Lonely Planet og fleiri spennandi sendirøðir.
Nýggja barnarásin DR Ramasjang verður somuleiðis nýggj rás í Televarpinum 1. mai. Rásin kemur í staðin fyri barnarásina, Cartoon Network.
Óvist um RUV framhaldandi verður sent umvegis fylgissvein
25.03.2010
Televarpið hevur í longri tíð verið í samband við íslendska Ríkisútvarpið (RÚV), tí avtalan um at senda íslendskt tilfar á Rás 1 hjá Televarpinum gongur út 31. mars 2010.
Orsøkin til at avtalan gongur út í komandi viku er, at RÚV ikki kundi tryggja, at RÚV framhaldandi var at finna á fylgissveininum eftir 1. apríl, tí eingin er at rinda kostnaðin fyri hetta plássið.
Ein áhugabólkur í Íslandi hevur higartil goldið fyri hetta plássið, soleiðis at íslendingar á Norðurlandinum høvdu møguleika at heinta RÚV-signalið niður gjøgnum parabol. Somuleiðis var hetta eisini ein tænasta til sjómenn, sum siglu undir Íslandi. Áhugabólkurin hevur boðað frá, at teir ikki kunnu rinda kostnaðin fyri plássið á fylgissveininum eftir 1. apríl.
Í løtuni er so spurningurin, um RÚV ella íslendska stjórnin hevur møguleika at rinda fyri plássið á fylgissveininum. Tað er ikki avgjørt enn og bíðar Televarpið eftir einari avgerð.
Televarpið boðar kundunum frá, so skjótt vit vita meira hesum viðvíkjandi.
Kortini við tí gomlu seriunr. 0137900.... eru nú sløkt
06.02.2010
Televarpskortini við tí gomlu seriunr. 0137900.... eru nú sløkt. Hesi kort stavað frá 2002-2004.
Teir kundar, sum høvdu gomul kort fingu nýggj kort sendandi við postinum í desember. Um onkur kundi framvegis hevur eitt gamalt kort í móttakaranum, so hevur viðkomandi mist signalið til sjónvarpsrásirnar, tí kortið ikki longur fær dekrypterað signalið.
Hesir kundar kunnu venda sær til Televarpið gerandisdagar millum kl. 9.00 - 16.00 við gamla kortinum fyri at fáa eitt nýtt.
Televarpið skiftir út eina gamla kortseriu
05.01.2010
Í hesum døgum hava nógvir kundar fingið nýtt kort sendandi við postinum frá Televarpinum. Orsøkin er, at Televarpið dagførir sína krypteringsskipan tann 6. januar og í tí sambandi verða tey elstu kortini tikin úr nýtslu. Hetta er kortserian, sum byrjar við tølunum 0137900 ####-#.
Allir hinir kundarnir, sum hava kort frá øðrum kortserium, merkja einki til dagføringina. Hesir kundar hava tískil heldur ikki fingið nýtt kort frá Televarpinum.
Teir kundar, sum júst hava fingið nýtt kort við postinum og hava ein Digiality móttakara, verða vinarliga biðin um at venda sær til Televarpið á tel. 340 340 ella eina Telebúð og lata nýggja kortið inn, tí neyðugt er at fáa eitt annað kort, sum passar til Digiality.